Landssjúkrahúsið skal fáa átta milliónir afturat

Endamálið er at sleppa undan at seta sparingar í verk í ár

Landssjúkrahúsið skal fáa átta milliónir krónur afturat í ár, so at tað slepst undan at seta sparingar í verk.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Landssjúkrahúsinum eina eykajáttan upp á átta milliónir krónur afturat í ár.

 

Herfyri kom tað fram, at játtanin til Landssjúkrahúsið fer ikki at halda í ár, og verður játtanin ikki hækkað, verður neyðugt at seta sparingar í verk, har viðgerðir, sum kunnu bíða til næsta ár, verða útsettar.

 

Løgtingið hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum so at málið kann viðgerast alt fyri eitt og tískil verður málið til viðgerar longu í dag.