Landssjúkrahúsið norðurlendskan standard

- Vit fara í gongd við at endurskoða, hvussu vaskingin verður gjørd á Landssjúkrahúsinum. Vit skulu hava ein norðurlendskan standard, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri.
Landssjúkrahúsið hevur keypt eitt programm, har alt sjúkrahúsið verður gjøgnumgingið. Leiðslan hevur verið í samband við ráðgevingarfyritøku, sum skal definera areal og tørv á vasking. Endurskoðanin skal gerast teir komandi mánaðirnar.
- Vit rokna við at fáa eina meira effektiva vasking. Vit hava sett eina broytingarprocess í gongd, og vit tosa eisini við Arbeiðskvinnufelagið og starvsfólk um hetta, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri.

-hkm

--

Myndatekstur: Sjúkrahússtjórin væntar ikki uppsagnir í sambandi við broytingar í vaskingini, men hann sigur, at møguliga verður minni brúk fyri tímaløntum starvsfólki

Mynd: Jens Kr. Vang