Nú skal venjingarhylurin á Landssjúkrahúsinum, latast upp aftur.
Hann hevur annars verið stongdur í fleiri ár, tí pengar hava ikki verið til at gera hann í stand og at fylla vatn í hann.
Tað er ikki tí, at talan er um tær stóru upphæddirnar, tí tað er 1,2 milliónir, sum skulu brúkast til endamálið.
Hann hevur annars verið sárliga saknaður hjá fólki við gikt, og øðrum sjúklingum, sum hava havt brúk á venjingum av ymsum slagi í heitum hyli, men nú letur hann sostatt upp aftur.
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at umvæla Landssjúkrahúsið, og at byggja tað út, fyri yvir 600 milliónir krónur, men venjingarhylurin var ikki ein partur av tí.
Men nú Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt málið, eru allir limirnir fullsamdir um, at venjingarhylurin skal takast við og tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja, at 1,2 milliónir krónur skulu játtast til endamálið.
Limirnir í Fíggjarnevndin halda, at hetta er neyðugt, nú endamálið er, at endurvenjingin á Landssjúkrahúsinum skal styrkjast sum liður í arbeiðnum at menna sjúkrahúsverkið.
Giktafelagið sigur í eini stuttari viðmerking á Facebook, at tað er prógvað, at venjing í heitum vatni er ein framúr venjingarháttur hjá fólki við gikt.
Og tey halda, at ein hylur av hesum slag eigur at vera ein sjálvsagdur partur av einum og hvørjum sjúkrahúsi. ikki minst á einum landssjúkrahúsi. Heitir venjingarhylar eru bæði á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men tað eru fleiri ár síðani at tann á Landssjúkrahúsinum varð niðurlagdur.
Annars fær Landssjúkrahúsið eisini 18 milliónir afturat skulu skulu brúkast til at graba kjallaran í nýggja bygninginum, út við.
Tey hugsa sær, at ein partur av honum kann brúkast til goymslu, og restin kann brúkast til parkeringspláss, sum tað er harðliga brúk fyri við Landssjúkrahúsið.