Kl 19.58 í gjárskvøldið fingu skúlaleiðarar kring landið aftur boð um broytingar í Landsroyndunum, sum 4. og 6. flokkarnir skulu til í næstum.
Boðini komu, nú ein skúladagur er eftir til royndirnar skulu vera. Í morgin, fríggjadagin 25. apríl, er flaggdagur og frídagur í skúlunum. Mánadagin 28. apríl byrjar Landsroyndin í 4. og 6. flokki.
Aftur nú mugu skúlarnir senda skrivlig boð til heimini hjá 4. og 6. floks næmingun, at tíðir og t.d hvørju hjálparamboð næmingarnir kunnu brúka í samband við Landsroyndirnar er broytt.
Í teimum seinastu boðunum skulu 6. flokkarnir enntá til roynd seinnapartarnar.
Nú verða skúlarnir býttir í tveir bólkar, tí ovasti skúlamyndugleiki í Føroyum sigur, at tað eru tekniskir trupulleikar í samband við digitalisering av Landsroyndunum, og at allir skúlarnir ikki kunnu vera á netinum samstundis.
Tað eru uml. ½ tími ímillum royndirnar hjá A bólkinum og B bólkinum.
Men eru Landsroyndirnar hjá skúlunum í A bólkinum og tær hjá B bólkinum tær somu? Um tær eru tað, kundi ein snildur næmingur í B bólkinum væl hjálpt sær til eitt gott úrslit. Royndirnar eru jú digitalar!!
3 stressroyndir hava verið frammanundan, har skúlar og næmingarnir skuldu royna, um tað bar til, at allir næmingarnir í 4. og 6. flokkunum komu á netið í senn. Allar royndirnar miseydnaðust.
Vit á skúlunum vilja fegin vera við til at nútímansgera fólkaskúlan, eisini til at gera royndir og próvtøkur digitaliseraðar.
Nógvar kommunur hava útgjørt fólkaskúlan við øllum ynskiligum digitalum amboðum.
Í Hvalbiar skúla eiga vit nóg mikið av teldum og tí, sum skal brúkast til slíka digitala roynd.
KT- vørarnir hava lagt alt til rættis, so ongin trupulleiki er frá okkara síðu, men vit vistu, at tekniskir trupulleikar vóru hjá yvirornaða myndugleikanum at fáa skipanina at virka, nú Landsroyndirnar vóru í hondum.
Vit hava boðað frá, at tað ber ikki til at seta slíka ósikra skipan í verk. Vit hava biðið myndugleikan um at bíða, til skipanin er trygg og greið, men ovasti myndugleikin vildi ikki hoyra.
Hetta fer alt at ganga, siga tey.
Gævi tað fer! Men eg stúri fyri, at úrslitið verður, at Landsroyndin 2014 ikki kann brúkast til nakað uttan at prógvað, at hetta riggaði ikki.
Tí hvat er tað, vit kanna við hesi Landsroynd? Kanna vit, um tað ber til at fáa royndina at rigga digitalt, ella er tað lesi- og rokniførleikan hjá næmingunum?
Næmingarnir verða frustreraðir, skúlarnir verða frustreraðir.
Landsroyndirnar hava verið brúktar til at betra um undirvísingina. Vit í Hvalbiar skúla hava verið sera fegin um Landsroyndirnar, sum vit halda var eitt gott tiltak hjá føroysku skúlamyndugleikunum. Næmingarnir hava glett seg, og lærararnir hava stremba eftir at gjørt hesar royndir til eitt gott upplivilsi hjá børnunum.
Nú vænti eg, at vit onki fáa burturúr, bara ónøgd.
Kundu vit ikki roynt bara eina lærugrein digitalt ella gjørt eftir gamla leistinum eitt ár afturat?
Tað hevði ongin tikið skaða av.
Eg stúri fyri skrivligu fráfaringarroyndunum í ár. Verður sama skilið tá?
Elsa Birgitta P. Petersen,
skúlastjóri