Eystari Landsrættur í Danmari hevur í dag gjørt av, at tað er grundarlag fgyri at varðhaldsfongsla tveir høvuðsmistonktyar menn í málinum um snýt við vinningsbýtisskatti.
Sajay Sha og Anthony Mark Pattersson eru ávikavist í Dubai og í Bretlandi.
Við avgerðini um fongsling in absentia – tað vl siga, at teir ákærdu ikki eru til staðar – kunnu donsku myndugleikarnir fara undir eina formliga tilgongd um at fáa menninar útflýggjaðar til Danmarkar.
Ákæran snýr seg um snýt fyri góðar níggju milliardir krónur og roynd upp á stnýta fyri 553 milliónir afturat. Shah verður ákærdur fyri at hava svikað, meðan Patterson sambært Bakmanspolitinum skal hava viðvirkað til svikið.
Málið er tað higartil størsta málið um fíggjarsvik í Danmark.
Brotsverkið skal verða framt frá 2012 tril 2015, heldur Bakmanspolitiið. Teir báðir menninir nokta seg sekar.
Avgerðin hjá Landsrættinum gongur út uppá, at tað er ein sonevndur grundaður mistanki ímóti teimum báðum. Somu niðurstøðu kom ein dómari í rættinum í Glostrup til í mars.
– Vit halda ikki, at tað er komið nakað fyri landsrættin í dag, sum geevur grundarlag fyri aðrari meting, sigur rættarformaðurin, landsdómari Bertil Frosell.
Sanjay Shah hevur noktað at komið til Danmarkar til avhoyringar. Og anthony Mark Patterson hevur ikki viljað tosað við løgregluna, stendur í úrskurðinum hjá býarrættinum.
/ritzau/