Ákæran hevur samband við ein tilburð, tá ein maður doyði á sjúkrahúsinum, eftir at hann var loystur frá andingartólinum.
Í ákærritinum stendur, at sjúkrarøktarfrøðingurin hevði brúkt ein ventil við tí úrsliti, at maðurin kundi anda inn, men ikki út. Síðani var sjúkrarøktarfrøðingurin farin at hjálpa einum øðrum sjúklingi uttan at tryggja sær, at maðurin fekk drigið andan. Hon hevði heldur tendrað eftirlitstólið, sum mátar súrevnið í blóðinum.
Í ákæruritinum stendur, at sjúkrarøktarfrøðingurin var á kvøldvakt, og at hon hevði verið á dagvakt frammanundan.
Einkjan eftir mannin og børn teirra krevja tilsamans knappar 700.000 krónur í endurgjaldi, sigur íslendska kringvarpið.









