Landsliðsmálverjin skiftir til bestu donsku hondbóltsdeildina

Annika Fríðheim Petersen hevur gjørt sáttmála við Nykøbing Falster fram til summarið í 2024

Fleiri og fleiri føroyskir hondbóltsspælarar royna seg á hægri støði.

 

Nú fer føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen at royna seg við Nykøbing Falster í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Annika skiftir beinavegin frá Haukum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini til Nykøbing Falster.

 

Sáttmálin við Nykøbing Falster er galdandi til summarið 2024.

 

Annika kann fáa sín elddóp longu mikukvøldið tá Nykøbing Falster spælir sera týðandi dyst móti Viborg.

 

HER  ber til at lesa samrøðuna trok.fo hevur gjørt við Anniku Fríðheim Petersen um skiftið til Nykøbing Falster.