Landsliðsleikari til KÍ

Landsliðsleikari venur við KÍ

KÍ gjørdist føroyameistari hjá kvinnunum í ár. Tað munnu tey har í Klaksvík ætla sær aftur komandi ár, tí ein tann mest eyðsýndi leikarin í Betri deildini hjá kvinnum hevur vant við KÍ í vetur. Tað skrivar Norðlýsið í vikuni.

Talan er um Jensu Tórolvsdóttir. Hon hevur verið ein av stuðulsleikarunum hjá Víkingi seinastu árini, og hevur eisini spælt við A-landsliðnum síðani 2020.

Jensa hevur spælt 146 dystir og skotið 96 mál í Betri-deildini. Hon hevur spælt 44 landsdystir og skotið 6 mál.