Føroysku landsliðsleikararnir duga annað enn at skapa sensatiónir. Eftir at hava skakað fótbóltsheimin við 1-0-sigrinum á útivølli ímóti Grikkalandi fríggjakvøldið, var lagið sum vera man sera gott í bussinum eftir dystin, og royndu føroysku hetjurnar seg sum songfuglar í hesum gleðisrúsinum.
Trivið varð í sangin 'Fari mín egna veg' hjá Páll Finnur Páll. Avrikið kann síggjast og hoyrast við at trýsta HER!
Upptøkurnar eigur Hans Erik Danielsen, FSF.