Landsliðið sett met á styrkilistanum

Føroyska fótbóltslandsliðið er nú nummar 103 á FIFA styrkilistanum. Tað er met

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur í dag kunngjørt styrkilistan. Føroyar eru fluttar eitt pláss upp á nummar 103. Tað er met fyri føroyska landsliðið.

 

Les eisini: Tangering av metinum á FIFA styrkilistanum

 

Sigurin í Grikkalandi stendur enn sterkur í minninum hjá teimum flestu. Fleiri av hetjunum frá dystinum hava eisini fingið sáttmálar uttanlands. Sigurin heldur eisini fram at ávirka støðuna hjá okkum á FIFA styrkilistanum.

 

Les eisini: Føroyar risa lop á styrkilistanum

 

Hendan farna mánaðin er ikki nógv broytt á listanum, tí fáir landsdystir hava verið. Tó er ein gleðilig broyting, sum ger at føroyka landsliðið í dag hevur sett met. Vit eru nú nummar 103 á styrkilistanum hjá FIFA.

 

Les eisini: Týdningarmikið stig fyri føroyskan fótbólt

 

Nummar eitt á listanum er framvegis heimsmeistarnir úr Týsklandi.