Fyrireikingarnar til komandi EM-undankapingardystir eru av álvara farnar í gongd, og síðstu dagarnar hevur føroyski hópurin vant á gamla stadion hjá Malmø FF.
Seinnapartin sunnudagin samlaðist føroyski A-landsliðshópurin við monnum í Malmø í Svøríki, har liðið hevur fyrireikað seg til landsdystirnar móti Póllandi og Moldova. Umstøðurnar í svenska býnum hava verið góðar, samstundis sum spælararnir hava havt møguleikan at vant á grasi, skrivar fótbóltssambandið.
Fyrri dysturin í hesum umfarinum verður hóskvøldið klokkan 20:45 lokala tíð í Warszawa, sum er klokkan 19:45 í Føroyum, og sunnudagin 10. september klokkan 17:00 spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli.
Á døgurða í dag verður tíðindafundur á PGE Narodowy leikvøllinum, sum tekur um 57 túsund áskoðarar. Síðani verður seinasta venjingini undan dystinum.
##ms##