Landsliðsvenjing um vikuskiftið

Komandi vikuskifti verður føroyska svimjilandsliðið savnað til venjingar í Klaksvík.
Ikki færri enn 16 svimjarar hava fingið boð um at møta til venjingina, og teir eru: Natalia Reinhardt og Kristian Olsen úr Ægir, Elspa Mørkøre, Karina Petersen, Jákup Øssursson Mohr, Pauli Øssursson Mohr og Kári J.á Høvdanum úr FS, Eyðbjørg Petersen úr Skeggjum, Per S. Hansen og Beinir E. Danielsen úr Flot, Lisbeth L. Joensen, Annika Jacobsen og Bogi Jørgensen úr HS, Jutta Thomsen, Sára Ejdesgaard, Sheila Millum Garðarnar, Anna K. Eysturberg, Malan Bærentsen og Maria Vang úr Tvøroyra Svimjifelag.