Landsliðsvenjing: Brøður á høgru síðu?

Til venjing í dag royndi landsliðsvenjarin ein loysn, har brøður spæla í høgru

Føroyska landsliðið hevur fyrrapartin í dag havt sína aðru venjing, undan Nations League landsdystinum móti Malta, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið. Ein samanseting setti brøðurnar, Gunnar og Sølva Vatnhamar á høgru síðu.

 

Les eisini: Spælitíð er tað týdningarmesta

 

Ein av spurningunum, sum landsliðsvenjarin skal finna eitt svar upp á, er hvør skal spæla á høgra bakki. Jónas Tór Næs er skaddur, meðan avloysarin seinnu árini, Bárður J. Hansen úr NSÍ, ikki hevur verið aktuellur í eina tíð.

 

Til venjingina í dag komu so fyrstu ábendingarnar. Í eini roynd at skipa verjuna var Gunnar Vatnhamar settur á høgra bakk, meðan Sølvi Vatnhamar spældi á høgra miðvøllinum. Teir eru brøður og spæla til dagligt saman í Víkingi.

 

Les eisini: Føroyski hópurin úttikin

 

Lars Olsen hevur eisini aðrar møguleikar. Jógvan Rói Davidsen hevur verið sjónligur á høgra bakkinum í fleiri ár í HB, og er nú úttikin til landsliðið. Eisini hava René Shaki Joensen og Gilli Rólantsson spælt á høgra bakki, men lítið bendir á, at teir eru í spæl til høgra bakkin.

 

Eisini verður nevnt, at Odmar Færø og Heini Vatnsdal hava ferðina, at spæla á høgra bakki, men at hetta helst er ein verjukend loysn, sum kundi verið brúk fyri, um liðið kemur undir trýst í eitt nú útidystinum móti Kosovo mánakvøldið.

 

Venjingin var í dag var í Hoyvík, tí Tórsvøllur í løtuni er upptikin av kvinnulandsdystinum, sum verður í dag klokkan 16.

 

Við teimum fáu ábendingunum, sum komu til venjingina í dag, so gita vit, at tað verður soleiðis:

 

Føroyar (4-2-3-1):

Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Gilli Rólantsson – Jóan Símun Edmundsson