Fitt av áskoðarum høvdu leitað sær til bæði dystirnar leygardagin og sunnudagin, og ein av gestunum, sum sá allar dystirnar í Klaksvíkskappingini, var landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen. Jógvan Martin helt, at støðið var gott í kappingini, og hann helt eisini, at flestu spælararnir vóru væl fyri.
- Eg eri sum heild væl nøgdur við støðið á kappingini. Vit eru enn tíðliga á árinum, men eg helt, at liðini til tíðir spældu sera góðan fótbólt. Vit sóu fleiri góðar kombinatiónir fram eftir vøllinum, og spælararnir vóru eisini klárir at arbeiða hvør fyri árum.
- Eg helt tað eisini vera týðiligt, at flestu av spælarunum vóru væl fyri. Orkan var til staðar, og allir sóu út til at geva seg fult út. Sum heild haldi eg, at liðini tykjast vera væl fyrireikaði til komandi kappingarárið, segði Jógvan Martin.
Fleiri spennandi leikarar
Vit spurdu eisini Jógvan Martin, um tað var nakar spælari, sum hevði fangað hansara áhuga í kappingini.
- Tað er sjálvandi ringt at svara uppá. Ein spælari skal helst spæla væl yvir eitt longri tíðarskeið, men har eru sjálvandi ávísir leikarar, sum vísa góðar dygdir. Ein av teimum, sum hevur klárað seg væl í vinardystunum í ár, og sum eisini spældi væl í kappingini, er Rókur av Fløtum Jespersen. Hann er ein sera góður leikari, og um hann heldur støðið, so kann hann blíva ein spennandi spælari.
- Eisini ein sum Arnbjørn Hansen er spennandi. Hann flytur seg væl uppi í álopinum, og so er hann rættiliga farligur.
Jógvan Martin var annars væl nøgdur við spælararnar, sum eru í landsliðshópinum. Hann vísti tó á, at fleiri teirra helst vóru troyttir eftir venjingarleguna á La Manga, og tí kundi hetta seta síni spor á teirra avrik, men sum heild var hann sera væl nøgdur við kappingina.










