Tað er ikki óhugsandi, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið hjá føroyska landsliðnum, sum skal spæla móti Slovenia og Norður Írlandi.
Brian Kerr, landsliðsvenjari, vísir ikki møguleikanum aftur.
- Hann hevur boðað frá, at hann er givin á landsliðnum. Men um hann er tøkur til hesar dystirnar, so taki eg hædd fyri tí, sigur landsliðsvenjarin.
Hevur staðið væl
Jákup Mikkelsen er 40 ára gamal.
Brian Kerr vísir á, at Mikkelsen hevur roynst sera væl hjá fuglfirðingum í hesum kappingarárinum. Landsliðsvenjarin er sannførdur um, at málverjin er framvegis førur fyri at standa seg í altjóða høpi.
- Hann er væl fyri og hevur drúgvar royndir sum málverji. Eg veit framvegis ikki, hvør fer at standa í málinum. Tað eru góðar tvær vikur, áðrenn hópurin verður úttikin. Nú fáa vit at síggja, sigur Brian Kerr.
Tórður Thomsen úr HB og Meinhardt Joensen úr B36 hava verið eykamálverjar á landsliðnum seinastu árini.
Jákup Mikkelsen hevur spælt 67 skrásettar landsdystir fyri Føroyar í alt.
Gunnar er skaddur
Mikudagin var staðfest, at Gunnar Nielsen fer ikki at verja føroyska málið í komandi mánaða.
Hann fer ikki at spæla komandi seks vikurnar, tí hann hevur fingið skaða í økslina.
- Gunnar Nielsen hevur staðið seg væl í hesari undankappingini, og tað er harmiligt, at hann verður ikki tøkur. Hann hevur sáttmála við Tranmere til ársskiftið, og tað er harmiligt, at hann hevur skaða at dragast við, áðrenn hann av álvara fær prógva seg, sigur Brian Kerr.
Komandi uppgávurnar hjá føroyska landsliðnum eru hin 8. oktober á útivølli móti Slovenia, og 12. oktober á heimavølli móti Norður Írlandi.