Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur hugt at trimum landskappingardystum um vikuskiftið. Leygardagin var hann til dystin millum EB/Streym og Víking, og hann var millum áskoðararnar í Runavík og Sørvági í gjár.
Millum mest eyðsýndu spælararnar, sum ikki eru í landsliðshópinum, vóru Róaldur Jacobsen, sum var tvífaldur málskjútti, og Christian Høgni Jacobsen, sum noyddist av vøllinum í Runavík við skaða.
Annars sást týðiliga á spælinum, at kappingarárið er akkurát byrjað, og spælararnir skulu venja seg við nýggju viðleikararnar.