Allen Bula, sum er landsliðsvenjari hjá fótbóltslandsliðnum hjá Gibraltar fegnast um, at føroyska fótbóltssambandið hevur sagt alment í samrøðu við Rás2, at FSF á kongressini hjá evropeiska fótbótlssamgonguni, UEFA seinni í mai mánað, fer at atkvøða fyri, at Gibraltar gerst limaland nummar 54 í UEFA.
- Øll limalondini, sum vit hava vitjað í roynd okkara at vinna limaskap í UEFA hava sagt, at tey vilja stuðla okkum. Summi limalond eru varin, og hava sagt innanfyri fýra veggir, at tey fara at stuðla okkum á UEFA kongressini. Tí er tað gleðiligt hjá okkum at hoyra, at tað føroyska fótbóltssambandið hevur alment verið úti, og sagt, at FSF stuðlar Gibraltar.
Allen Bula sær gjarna, at fyrsti landsdysturin Gibraltar spælir sum limaland í UEFA verður ímóti tí føroyska fótbóltslandsliðnum.