Landsliðsskaðar: Heini Vatnsdal kannast

Vágbingurin hevur sitið uttanfyri í 10 dagar

Heini Vatnsdal, sum hevur vunnið sær fast pláss á liðnum hjá Fremad Amager, hevur trupulleikar við knænum. Hann skal í morgin kannast, og tá verður greitt, um hann er í spæl til landsdystin móti Andorra.

 

Les eisini: René ikki við moti Andorra

 

- Eg havi havt eitt sindur av trupulleikum viđ knæđnum í eini 10 dagar, men veit ikki meir fyrr enn í morgi,n tá eg skal til kanningar. Eg havi veriđ viđ onkra venjing og byrjađi dystin fyrradagin, men fekk bara spælt í ein hálvan tíma, sigur Heini Vatnsdal.

 

Hann hevur ikki fingið sítt gjøgnumbrot á landsliðnum. Serliga hevur tað ligið illa fyri seinastu ferðirnar, tá bæði útbúgving og skaðar hava gjørt, at hann hevur givið avboð. Nógv bendir tó á, at hann er í spæl dystin móti Andorra, og hann væntar at blíva klárur.

 

- Eg haldi ikki tað er alvorligt, men kann ikki siga nakað fyrr enn í morgin, sigur Heini Vatnsdal.

 

Brandur Hendriksson Olsen hevur slitið krossbandi í knænum, Sonni Ragnar Nattesatd hevur slitið hælsinuna, René Shaki Joensen  hevur fingið staðfest sportsbrokk, meðan Fróði Benjaminsen hevur leikbann. Føroyar spæla móti Andorra á útivølli 25. mars.