FM1, sum er navnið á gamla Rás2, hevur í tíggju ár fylgt landsliðnum tætt. Soleiðis verður eisini til Nations League dystirnar í ár. Í kvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar móti Malta, men á FM1 verður landsliðsdámur longu frá klokkan 10.
Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
Klokkan 15 verður Sportboxin. Í fyrra tímanum verður millum annað ein longri samrøða við Jóan Símun Edmundsson, har hann millum annað avdúkar nógvar lutir í sínum skifti til Arminia Bielefeld. Beinleiðis upptakt verður av Tórsvølli frá klokkan 17.15, har Petur Asbjørn Lervig fer runt við mikrofonini, meðan eitt nú Øssur Hansen og Jákup á Borg verða gestir. Teir hava báðir skorað mál móti Malta.
Í samband við at FM1 sendir landsliðsradio frá klokkan 10, verður møguleiki at vinna tríggjar troyggir. Ein Arminia Bielefeld troyggju, har tað stendur nummar 14 og Edmundsson á rygginum. Jóan Símun Edmundsson signerar sjálvur troyggjuna. Eisini verður møguleiki at vinna tvær landsliðstroyggur. Eina heimatroyggju og eina útitroyggju, har allir spælararnir hava skrivað á.
Lurtið við á FM1, frá klokkan 10 í dag.