Tá hondbóltslandsliðið var saman seinasta vikuskifti (9. og 10. august), varð kannað eftir, hvussu venjingarstøðan hjá leikarunum var, og úrslitini vístu sera stóra framgongd í mun til seinastu kanning. Seinast,
venjingarstøðan hjá leikaranum varð kannað, var seinast í mai mánaða, og vanliga eru tað ikki mánaðirnir juni og juli, sum verða nýttir til at bøta um venjingarstøðuna, tí tá hava leikararnir vanliga ikki verið serliga virknir.
Ítøkiliga framgongdin í venjingarstøðuni var uppá góð 6 % í miðal hjá leikarunum í mun til støðuna seinast í mai mánaða.
Lars Nedergaard, landsliðsvenjari, hevur hesa viðmerking til framgongdina: "Góða venjingarstøðan er eitt stórt plus til bæði leikarar og feløg teirra. Fleiri feløg eru byrjað at venja fyrr enn vanligt, og nógv feløg hava eisini lagt áherðslu á at betra um styrkivenjingina. Sjálvur haldi eg, at feløgini her hava ásannað vánaligu venjingarstøðuna hjá leikarunum sum ein stóran trupulleika.
Landsliðsleikarar og feløg, sum dagliga hava trupult við at fáa atgongd til styrkivenjingarútgerð, hava útvegað ella eru við at útvega neyðuga útgerð. Enn er tó langt á mál, men ein hugburðs-broyting er á veg, og um nøkur fá ár fara úrslitini av hesi broyting at vísa seg til stóran frama fyri føroyskan hondbólt bæði her heima og í kappingum uttanlanda.
Vi gerast kanska ongantíð heimsmeistarar, men við broytta og meira seriøsa hugburðinum hjá landsliði, leikarum og feløgum, verður stuðlar og fjølmiðlar helst skjótt grreiðir yvir - eins og tað hevur víst seg í Danmark í fleiri ár eftirhondini - at hondbóltur er tann ítróttin, sum er best egnað at vísa í sjónvarpi. Seinasta kappingarár vórðu yvir 100 hondbóltsdystir vístir beinleiðis í donskum sjónvarpi, og fyritøkur úr øllum heraðshornum kappaðust um at fáa sølulýsingar í hallunum fyri á tann hátt at røkka út til áskoðarar og hyggjarar.
Jú, eg eri errin av, at feløg og leikarar hava brotið upp um armar. Leikararnar kunnu ganga fattir, men hvørki eg sjálvur ella leikararnir eiga at leggja okkum fram á árarnar, tí enn er langt eftir á mál - vit eru enn á
byrjunarstøði", endar ein nøgdur venjari, sum væntar, at verandi landslið "toppar" um eini tvey ár.