Landsliðsfótbóltur á FM1 frá klokkan 16

Áðrenn upphitingina til dystin Malta-Føroyar verður sent beinleiðis frá avgerandi dysti í mansflogbólti

Seinnapartin verður enn ein stórur ítróttardagur á FM1.

 

Millum klokkan 13 og 14 verður sendingin "Fótbóltspanelið" endursend. Gestir hjá Tróndi Arge eru Leivur Frederiksen (KVF) og Agnar Prestá (Portalurin).

 

Klokkan 14.25 verður sett niðan í høllina á Hálsi í Havn til tann sera avgerandi dystin millum Fleyr og ÍF. Mjølnir hevur 35 stig, og verður annað liðið í FM-finaluni. Fleyr og ÍF hava 17 stig hvør og SÍ hevur 15 stig. Vinnarin av dystinum á Hálsi í dag vinnur sær ein stóran fyrimun í kappingini um hitt FM-finaluplássið.

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Fleyr og ÍF.

 

Klokkan 16 verður byrjað at hita upp til EM-undankappingardystin á Malta millum Malta og Føroyar, ið byrjar klokkan 17.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Malta og Føroyar. Aftaná dystin verður "Triði Hálvleikur", har høvuðsdenturin verður samrøður við spælarar og venjara.

 

Øll kunnu lurta eftir frásagnunum og sendingunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum millum Malta og Føroyar.