-------
Eftir at føroyska fótbóltslandsliðið á seinastu dagføring av heimsstyrkislistanum fall fýra pláss, hava Føroyar aftur lyft seg tvey pláss rætta vegin á nýggja heimsstyrkislistanum, sum varð almannakunngjørdur mikudagin. Føroyar liggur nú á einum deildum 116. plássi saman við Aserbaijan og Kuba.
Vit eru framvegis framman fyri grannar okkara úr íslandi, sum liggja nummar 121. Danmark fekk á hesum sinni bara ein mánað í topp 10 og er nú á 11. plássi. Svøríki er nummar 17, Norra er nummar 24 og Finnland er nummar 84.
Spania er framvegis heimsins besta landslið, meðan Holland hevur yvirhálað Týskland og er nú á øðrum plássi.
Næsta dagføring av heimsstyrkislistanum verður framd 11. apríl.