Landsliðið úttikið hósdagin

Hetta boðar samskiftisráðgevin hjá Fótbóltssambandinum frá í tíðindaskrivi. Tað verður á tíðindafundi klokkan níggju hósmorgunin, at navn verður sett á teir leikarar, sum skulu inn at dystast við Deco, Carvalho, Nani og hinar heimsstjørnurnar.

Størsta stjørnan av teimum øllum, Christiano Ronaldo, verður ikki við. Hann varð skurðviðgjørdur í fótinum fyrr í summar, og hevur gingið á høkjum síðani.

 

Dysturin millum Portugal og Føroyar verður á Municipal Stadium í Aveiro í Portugal mikukvøldið 20. august.

 

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum 18. august og verður aftur 21. august.