Leygardagin spælir føroyskar landsliðið móti Lettlandi á Tórsvølli. Landsliðið møtti inn týsdagin og hevur havt tvær venjingar á Tórsvølli. Triðja venjingin, sum verður í dag klokkan 16, verður tó í Klaksvík.
- Tað riggaði avbera væl, tá vit vandu í Sørvági seinast. Tá komu nógv fólk til venjingina og vit fingu víst okkum fram, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Tað er ein partur av, at landsliðið vísur seg fram kring landið. Vanliga venur landsliðið bara á Tórsvølli, men undan dystinum móti Andorra gisti landsliðið í Sørvági og valdi tí at venja á Dungasandi.
- Eg vóni, at tað eisini koma nógv fólk at hyggja í Klaksvík. Tað hevði verið stuttligt um nógv børn komu til venjingina, sigur Lars Olsen.
Rás2 sigur frá landsdystinum móti Lettlandi leygardagin, og móti Ungarn í Budapest týskvøldið.