Landsliðið stríddi seg aftur á føtur

Føroyska landsliðið breyt upp um armar, stríddist sum í gomlum døgum, og tað hevði við sær frægasta úrslitið í hesi undankappingini. Litaviska sigursmálið í evstu løtu sveið hjá føroyska liðnum, men dysturin gav ábendingar um eina hugaliga landsliðsframtíð

Landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevði rættiliga ryst posan undan dystinum ímóti Litava leygardagin. Eftir tvey stórtap eyðmýkjandi og beisk skuldi landsliðið á føtur aftur. Trýst var á venjaranum og á spælarunum undan dystinum, og neyðugt var við einum heilt øðrum avriki enn í undanfarnu dystum ímóti Georgia og Skotlandi.
Samanborið við seinasta dystin vóru nýggir spælarar á 9 plássum á liðum, tveir debutantar vórðu sendir á vøllin frá fyrsta bríksli, og tríggjar aðrir spælarar høvdu spælt fimm landsdystir ella færri undan hesum dystinum.
Miðverjan varð nýggj, bakkarnir nýggir og sentrali miðvøllurin nýggjur. Landsliðsvenjarin tók ein kjans, og tað spældi heilt væl av. Spælararnir stríddust sum í gomlum døgum, avrikið var nógv tað besta í hesi undankappingini, og tað var líka við, at liðið fekk eitt stig burtur úr dystinum.
 
 
Føroyska liðið hevur havt stórar trupulleikar við verjuspælinum í teimum fyrstu dystunum í hesi EM-undankappingini. Verjuspælararnir hava ikki veri nóg avgjørdir, teir hava dekkað ósannførandi frammanfyri málið, og mótstøðuliðini hava havt alt ov lætt við at gera mál eisini móti einum málmanni, sum ikki hevur spælt upp til sítt vanliga sera høga støði.
Leygardagin var alt øðrvísi. Ein spildurnýggj verja vardi við góðari hjálp frá røskum miðvallarum sera væl, og Jákup Mikkelsen var at kenna aftur í sínum leikluti sum tryggur aftasti skansi. Vagnur Mohr Mortensen og Fróði Benjaminsen stóðu seg rættiliga væl í miðverjuni. Teir komu mest sum ikki í renniduellir við litavisku spælararnir, teir vunnu nógvar nærdystir, blokeraður fleiri ferðir fyri skotum og lótu mest sum ongantíð litavar standa leysar í brotsteignum.
Atli Danielsen og Marni Djurhuus stóðu seg væl á bakkplássunum. Hesaferð vóru tveir góðir verjuspælarar settir á bakkin, og tað styrkti um verjupartin. Verjan fekk eisini góða hjálp frá arbeiðssomum miðvallarum, sum altíð leitaðu skjótt aftur í verjustøðu og tóku eitt stórt tak í verjupartinum.
 
Vardu trygt
Føroyska liðið hevði gott tamarhald á litaviska liðnum í fyrra hálvleiki. Litavar fingu ongantíð sítt spæl at koyra við teirri ferð, sum er neyðug fyri at lata føroysku verjuna upp, og royndirnar, sum teir høvdu á málið, komu mest sum allar úti frá.
Fimm langskot vóru í fyrra hálvleiki, men einki av teimum gav Jákupi Mikkelsen stórvegis trupulleikar. Í tveimum øðrum støðum komu litvar til skot í brotsteignum, men eingin veruligur upplagdur málmøguleiki var.
Føroyar royndu at søkja at við kontraálopum, og tað var um reppið, at okkurt kundi komið burtur úr hesum. Símun Samuelsen, sum spældi ein góðan dyst, sendi eftir ein hálvan tíma eina góða avlevering aftur um litavisku verjuna, men Christian Høgni Jacobsen slapp akkurát ikki fram at. Í einari aðrari støðu komu Símun, Jákup á Borg og Christian Høgni í eina yvirtalsstøðu ímóti litavisku verjuni, men Jákup varð takklaður í avgerandi løtuni.
Christian Høgni gav fleiri dømi um, at hann kundi renna kapp við miðverjuna hjá Litava, og tá ið Mikkjal Thomasen sendi hann avstað nakað fyri hálvleikssteðgin, var vandi á ferð í litavisku verjuni.
 
Stórt trýst í seinna hálvleiki
Litavar løgdu meira fyri í seinna hálvleiki. Tað var uttan iva tosað hart og týðiligt í litaviska skiftingarrúminum í hálvleikssteðginum, tí spælararnir vóru ídnir og virknir frá byrjan í seinna hálvleiki. Litava leyp á við alt meira fólk, og innskiftingin av 10aranum Mindaugas Kalonas hevði eisini positiva ávirkan á litaviska álopsspælið.
Størri trýst var lagt í síðunum, fleiri spælarar søktu inn í brotsteigin, og stundum hevði Litava bert tveir spælarar í verjustøðu. Tað gjørdist eisini heitari í føroyska brotsteignum, og tað var nú, at føroysku spælaranir veruliga vístu, at teir vildu stríðast fyri einum góðum úrsliti.
Spælararnri takklaðu, runnu, stríddust, blokeraðu og spældu, sum galt tað lívið, og teir kláraðu eisini at halda tætt til heilt fram ímóti endanum. Meira enn einaferð bjargaði føroyska liðið á málstrikuni. Marni Djurhuus stóð á rætta staði í røttu løtu, og Jákup Mikkelsen hevði eina framúr góða dupultbjarging, tá ið fýra minuttir vóru eftir at spæla.
Tað sá veruliga út til, at føroyska liðið skuldi klára at stríða seg til ein javnleik, men so hendi tað, sum ikki skuldi henda.
Litavar fingu hornaspark í vinstru síðu. Teir sendu bóltin inn fyri málið, og tað tóktist vera svartasta óheppni, at ein litavi og ikki ein føroyingur - fekk høvdið á bóltin, og so var tað, sum um jólatræið koppaði jólaaftan. 1-0 til Litava, og føroysku spælararnir vórðu snýttir fyri stigið, sum teir høvdu arbeitt so hart fyri at fáa.
 
Føroyingarnir royndu eisini
Føroyska liðið spældi meira verjukent í hesum dystinum enn í undanfarnu dystum, men roynt var at leypa á, tá ið høvi var til tað. Rógvi Jacobsen var fluttur heilt fram í álopi, men hann søkti ofta aftur í vøllin at vinna luftbóltar, og tað var enn einaferð sjón fyri søgn, at Rógvi er ótrúliga sterkur í luftspælinum. Litavar vistu at enda ikki, hvønn spælara teir skuldu royna at biða taka luftduellirnar við Rógva, tí hann vann á teimum øllum.
Rundan um Rógva lógu Christian Høgni, Símun og Jákup og lúrdu, og fleiri ferðir var um reppið, at føroyingar komu til opnar kjansir. Litaviska verjan var at tosa við, og føroyska liðið kundi havt fingið meira burtur úr at spæla bóltar aftur um teir tungu miðverjarnar, har Christian Høgni var tann drúgvari í rennikappingini.
Christian Høgni fekk ein gylta møguleika í seinna hálvleiki, tá ið Símun Samuelsen sendi hann avstað. Christian Høgni rann allan vegin frá miðvøllinum og inn í brotsteigin, har hann fekk skot á, men málmaðurn bjargaði sera væl. Her kundi Christian Høgni havt lagt føroyska liðið fram um, men tað skuldi ikki verða.
Samanumtikið var talan um eitt flott føroyskt avrik. Liðið vardi meira avgjørt, uppleggið var meira verjukent, og spælarar løgdu lív og sál í dystin. Tí gekk tað betur, og tað kundi havt endað við einum javnleiki.