Nógvi kavin fyrr í vikuni hevði annars fingið FSF at senda umbøn um, at dysturin skuldi flytast.
Hesum játtaðu londini í bólki okkara eisini, men áðrenn endalig avgerð kundi takast, vildi UEFA eisini síggja vøllin.
Síðani hevur tó verið bæði regn og sól, og tí er kavin nú burturi av Svangaskarði.
Vøllurin er tó ikki í allar besta standi, men boðini frá UEFA-eftirlitsmanninum vóru, at vøllurin ikki var til vanda fyri spælararnar, og at dysturin tí skal spælast, sum ætlað.










