LANDSLIÐIÐ
Í kvøld verður lok lagt á HM undankappingina í Europa. Næstu vikurnar verða tvey finaluumfør um síðstu europeisku atgongumerkini til HM, sum í juni næsta ár verður í Týsklandi, og so fara dugnaligu og hepnu landsliðini at fyrireika seg til endaspælið.
Men longu nú verður fokus so smátt sett á næstu EM kappingina, sum ætlast at enda í juni 2008, tá ið endaspælið verður í Sveis og Eysturríki. Fyri stuttum staðfesti UEFA, at tað nú vóru 1000 dagar til fyrsta dystin, og samstundis varð staðfest, at teir í fyrireikingunum vóru eitt ár frammanfyri, um sammett varð við fyrireikingarnar til EM endaspælið, sum á sumri í 2004 var í Portugal.
Lutakastið, um hvussu europeisku fótbóltstjóðirnar skulu bólkast í undankappingini, verður í januar næsta ár. Tað er tó longu greitt, at bólkasamansetingin verður øðrvísi, enn hon hevur verið í seinastu EM og HM undankappingunum, og tað er eisini greitt, at Føroyar skulu spæla fleiri EM undankappingardystir tvey tey næstu árini, enn Føroyar nakrantíð áður hava gjørt.
Í Europa eru 52 fótbóltstjóðir. UEFA hevur gjørt av, at tær 50 - vertirnir eru sjálvskrivaðir luttakarar- skulu flokkast í sjey undankappingarbólkar. Í seks bólkum verða sjey luttakarar, og í einum bólki verða átta luttakarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at luttakararnir í seks bólkum skulu spæla tólv dystir, og at luttakararnir í einum bólki skulu spæla fjúrtan dystir - sjey á útivølli og sjey á heimavølli.
Í endaspælinum, sum verður í Sveis og Eysturríki, fara báðir vertirnir at taka lut, og saman við teimum fara tvey tey bestu í hvørjum bólkinum at stríðast. Tað vil siga, at tað í næstu EM undankappingini ikki verður talan um endaumfar millum tey næstbestu, soleiðis sum tað hevur verið í seinastu HM og EM undankappingunum.