Tá vitjar Bosnia-Herzegovina, og so er spurningurin, um Føroyar í tíggjundi royndini fáa stig við av vøllinum.
Til dystin hava venjararnir tikið út 14 spælarar. Málmenn eru: Levi Nybo og Lars Black. Útispælarar eru: Niklas Reginsson, Ingi Olsen, Sámal Joensen, Rúni Joensen, Tróndur Kragesteen, Janus Sørensen, Esbern Patursson, Gunnar Bláberg, Bárður Johannesen, Hans Áki Dal-Christiansen, Regin Joensen og Carl Herup Olsen.
Russland hevur vunnið bólkin, og Serbia hevur tryggjað sær annað plássið. Hesi bæði liðini skulu royna seg í EM-endaspælinum, sum verður í Eysturríki næsta ár. Bosnia, sum Føroyar møta í seinasta umfarinum, er triðfremst í bólkinum.










