Landsliðið komið upp á pláss

Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum til Hotel Lux, sum er einar 10 kilometrar uttan fyri serbiska býin Zajecar ? høvuðsbýin í Timocka Krajina landslutinum, har eysturi í landinum.

 

Manslandsliðið venur tvær ferðir týsdagin og eina ferð mikudagin. Dysturin ímóti Serbia verður spældur mikukvøldið.

 

Eftir sigrarnar á Føroyum hóskvøldið og á Serbia sunnukvøldið, er Russland fremst í EM-undanbólki 2 við 14 stigum. Serbia og Bosnia eru næst við 11 stigum, Sveis hevur 7, Italia 5 og Føroyar hava enn einki stig.