Landsliðið hevur í morgun vant á Tórsvølli, sum liður í fyrireikingunum undan HM-undankappingardystinum móti Lettlandi, ið verður leygardagin.
Venjingin gav greiðar ábendingar um, at Lars Olsen hevur sett liðið til dystin. Aftur í dag, eins og í gjár, so hevði hann somu uppstilling, tá spælast skuldi upp á mál. Saman við útsøgnini til in.fo fyrr í dag, so tykist Lars Olsen hava tikið avgerð um at spæla 4-4-1-1.
Gunnar Nielsen stendur í mál, meðan Sonni Ragnar Nattestad kemur inn í miðverjuna saman við Atla Gregersen, meðan Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen manna bakkarnar. Á miðjuni eru Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson mitt fyri, meðan Gilli Rólantsson er á vinstru og Sølvi Vatnhamar á høgru.
Eitt ivamál hevur verið framrættaði miðvallarin, men her tykist Róladur Jakobsen hava vunnið plássið. Í báðum venjingunum hevur hann spælt sum framrættaður miðvallari, meðan Jóan Símun Edmundsson er fremsti maður.
Anars tykist lagið í hópinum verða gott. Odmar Færø og Róaldur Jakobsen hava havt smærri snuddir, men báðir venja við í dag.
Vit gita: (4-4-1-1)
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Gilli Rólantsson – Róaldur Jakobsen – Jóan Símun Edmundsson