Jákup Mørk
»Färöarnas trupp mot Sverige«. Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá svenska fótbóltssambandinum, www.svenskfotboll.se, og tað hevur tað gjørt nú í okkurt um eina viku.
Um so er, at onkur av lesarunum hevur leitað sær inn á slóðina hjá fótbóltssambandinum, so er tað ivaleyst komið dátt við, at sviar longu nú vita, hvussu føroyski hópurin sær út. Ikki minst, tí Allan Simonsen ikki hevur fyrstu venjingarnar á árinum fyrr enn um vikuskiftið, har eitt slag av bruttohópi er innkallað. Harumframt tykist tað eisini løgið, at níggju av leikarunum, sum eru innkallaðir til venjingina, ikki eru í hópinum, sum svenska fótbóltssmbandið sigur seg hava fingið frá Allani Simonsen.
Vildu hava nøvn
Spurdur, um tað er sambært upplýsingum frá honum, at sviar kunnu kunngera føroyska hópin, sigur Allan, at tað er rætt, at hann hevur givið teimum ein lista við 18 nøvnum.
- Sviar vildu hava ein hóp, sum teir kundu nýta í teirra upptakt til dystin, og tað hava teir so fingið. Tað er tó als ikki víst, at hetta er tann hópurin, sum fer til Svøríkis seinast í mánaðinum.
- Fyrstu landsliðsvenjingarnar eru jú ikki fyrr enn um vikuskiftið, og tað hevði verið eitt sindur løgið, um eg longu nú hevði gjørt av, hvør verður á landsliðnum. Tað er nakað, sum eg ikki geri av, fyrr enn báðar tær fyrstu venjingarlegurnar eru fingnar aftur um bak. Orsøkin til listan hjá svium er sum sagt, at teir vildu hava ein lista við leikarum, og hetta hava teir so fingið.
Ikki móti Noreg
Sum sagt, so eru tað fyrstu venjingarnar á árinum, sum landsliðsvenjarin nú fer undir, og dyturin í Svøríki verður somuleiðis fyrsti dysturin á árinum.
Tað varð annars arbeitt við, at dysturin móti Noreg í norðurlendsku kappingini eisini skuldi leikast um saman mundi, men hetta verður so av ongum í hesum umfari, sigur Allan Simonsen, sum eisini er eitt sindur harmur um hetta.
- Vit høvdu vóna, at tað bar til at avgreiða báðar dystirnar samstundis, men hetta hevur so av ymsum ávum ikki verið gjørligt.
- Tað er tó ikki so nógv at gera við tað, og eg má so bara arbeiða víðari við hópinum, so teir verða so væl fyri sum gjørligt. Tað er greitt, at venjingarstøðan í løtuni ikki kann vera optimal, men tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða fram ímóti, sigur Allan Simonsen at enda.