Tbilisi, Georgia: Tað tók eina løtu at fáa alt viðføri hjá landsliðnum chekkað inn í Vágum, so fráferðin úr Føroyum gjørdist eitt korter seinni eitt ætlað.
Tað var trý korter til trý í gjár, sunnudagin, at føroyska fótbóltslandsliðið fór av landinum, við kós í móti Kastrup.
Klokkan seks danska tíð setti flogfarið seg í Kastrup. Steðgurin á danska flogvøllinum var góðar tveir tímar. Her fingu leikararnir ein bita, áðrenn teir klokkan tíggju minuttir yvir átta settust í eitt nýtt flogfar, sum skuldi flyta fótbóltsspælarar, venjarar, umboð frá Fótbóltssambandinum og fjølmiðlunum til eysturríkska býin Wien.
Í Eysturríki var klokkan tíggju minuttir í tíggju, tá føroyska ferðalagi trein út úr flogfarinum. Men longu góðan hálvan tíma seinni sat hópurin í einum nýggjum flogfari, sum skuldi flúgva ferðalagið úr Wien til høvuðsstaðin í Georgia, Tbilisi. Tískil rakk tíðin ikki til meira enn at renna tvørtur gjøgnum flogvøllin og leypa inn í næsta flogfarið.
Klokkan fimm minuttir í hálvgum ellivu lætti flogfarið av eysturríksku flogbreytini, fyri síðani at lenda í Tbilisi í Georgia klokkan tíggju minuttir mánamorgun lokala tíð góðar trettan tímar eftir, at ferðalagið fór úr Føroyum.
Venja seinnapartin
Beint áðrenn flogfarið setti seg í Tbilisi, segði Jógvan Martin Olsen, venjari, við Sosialin, at nú skuldu hansara menn hvíla seg eftir longu og strævnu ferðina.
– Seinnapartin verður fara vit so at venja, men annars skulu leikararnir hvíla, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.