Eftir at korona nú hevur herjað í næstan tvey ár, eru vit nú á veg niður á slætt. Tað heldur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Hann sigur, at hann er rættiliga sannførdur um, at nú hevur korona toppað í hesum sinni og er avtakandi. Nú eru vit tøl fyri, at yvir helvtin av føroyingum hevur havt omikron-variantin av koronu, men harumframt eru tað eisini nógv, sum hava havt koronu, uttan at tað skrásett nakrastaðni. Eftir almennu hagtølunum hava yvir 32.000 fólk í Føroyum havt koronu, men so kom øll tey afturat, sum ikki eru skrásett.
Landslæknin sigur, at sostatt verður alsamt verri hjá koronu at breiða seg. Men, hvussu langa tíð tað tekur at koma niður á slætt, er óvist. Sjálvur væntar hann, at tað verður ein mánaður afturat, so hevur tað rættiliga hæsað av.
Men hann sigur, at tað fara kortini at vera fólk, sum fara at verða smittað eftir tað – men tað verða færri og færri, tí tað verður alsamt verri hjá koronu at finna fólk, sum ikki hava verið sjúk.
– Vit fara at fáa eitt gott summar, tað haldi eg, at eg tori at siga, sigur Lars Fodgaard Møller. Men spurningurin er so, hvussu støðan verður næsta vetur, tí tað er framvegis ein stórur partur av fólki í heiminum, sum ikki eru koppsett. Og landslæknin sigur, at eitt tey stúra rættiliga illa fyri, er, at onkur nýggjur variantur fer at taka seg upp, sum vísir seg at vera vandamikil – og har tað ikki ger mun um fólk hava havt koronu áður, ella sum koppsetingin ikki rínur við.
Men tað kann vera ein álvarslig støða og hóast øll tilmæli verða avtikin mánakvøldið, verður tað neyðugt at hava eina tilbúgving, har vit fylgja gjølliga við støðuni, sigur landslæknin.
Sjálvur væntar hann, at korona verðu eitt fyribrigdi, sum vit skulu venja okkum til at liva við í framtíðini og hann væntar eisini, at nýggir variantar fara at taka seg upp, men hann væntar ikki, at teir vera so vandamiklar. Og í hesum sambandi er vónin so, at tað fer at bera til at laga koppingarevnið til, so at vit framvegis hava eina munagóða koppseting og so at tað ikki verður serliga vandamikið.