Landslæknin: Hetta er eitt tað besta vápnið ímóti koronu

Tað er stór ósemja um, hvussu nógv vit skulu gera burtur úr at kanna fólk fyri koronu, tí tað er so dýrt

Tað er stór ósemja ímillum læknafakliga myndugleikan, og politiska myndugleikna, um, hvussu vit skulu basa koronu.

 

Vit gera nógv burtur úr at kanna fólk fyri koronu, men tað er so dýrt, at bæði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, og onnur í Løgtinginum hava boðað frá, at vit eiga ikki at kanna so nógv, sum vit gera. Eitt nú halda tey, at tað er óneyðugt at kanna fólk, sum eru frísk.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur boðað frá, at vit skulu halda okkum til almennu tilmælini og ellisheim, skúlar, og aðrir stovnar og felagsskapir, skulu ikki gera sínar egnu reglur. Tey halda eisini, at tað er eingin orsøk til at frísk fólk fara til kanningar. Fyri at tálma útreiðslunum, vil samgongan eisini hava sjúkrahúsverkið at gera eina leiðbeining um, hvør skal lata seg kanna, og hvør skal ikki kannast.

 

Men tað er læknafakligu ráðgevarrnir ósamdir í, tí teir halda, at vit eiga at kanna nógv fólk, tí kanningar eru eitt tað besta vápnið ímóti koronu.

 

Les meiri her: Vit skulu ikki altíð lurta eftir læknunum 

 

Men nú Løgtingið aftur viðgerð koronu, hevur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum havt fund við landslæknan. Og Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at boðskapurin frá landslæknanum var púra greiður. Og boðskapurin er, at vit skulu gera enn meiri burtur úr at kanna fólk, fyri koronu.

 

Les eisini: Nógv vita ikki av at tey eru sjúk

 

Boðskapurin hjá landslæknanum er, at sum støðan er í løtuni, kanna vit ov fá fólk fyri koronu.  Aksel V. Johannesen heldur, at vit skulu halda okkum til heilsufakligu tilmælini, tí boðini frá landslæknanum eru, at slaka vit í við kanningum, er vandi fyri, at smittan fer at breiða seg so nógv, at samfelagið skal lukkast aftur. Og tingmaðurin heldur, at tað kann sanniliga verða dýrt fyri búskapin.