Landskassin somu skuldarrating frá Moody

Moody´s Investor Service heldur fast við skuldarratingina A2 til landskassan. Sera positivt, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Moody?s Investor Service hevur fyri aðru ferð máta føroyska búskapin, og fíggjarmálaráðið fegnast um at Moody?s heldur fast við skuldarratingina Aa2. Ratingin er latin landsstýrinum í gjár 13. oktober.

-At metingin Aa2 er endurtikin, eisini sæð í ljósinum av tí heimsumfatandi fíggjarligu kreppuni, er sera positivt. Metingin merkir at føroyski búskapurin er væl fyri og álitið á hann er gott. Og tað er at gleðast um?, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í tíðindaskrivi.

Aa2-metingin er 3. hægsta metingin , ein kanst fáa. Ein so góð meting merkir, at tað er álit á føroyska búskapinum og at landskassin tí kann læna á altjóða marknaðum fyri kappingarføran kostnað.

Moody?s grundgevur sína meting við fleiri ymiskum viðurskiftum, millum annað siga tey, at búskapurin er fíggjarliga væl fyri. Búskapurin spjaðir seg eisini meira og meira til aðrar vinnugreinar enn fiskivinnuna og fíggjarligu avrikini hava verið góð síðani 1995. Landskassin hevur eitt stórt og gott gjaldføri plaserað uttanfyri Føroyar og harafturat er skuldin rímulig og minkandi. Harafturat eru sannlíkindini góð fyri at Danmark stuðlar Føroyum í einari fíggjarligari kreppustøðu.

Moody?s vísur á, at útlitini fyri at Føroyar varðveitir høgu Aa2-ratingina eru trygg, hóast landsstýrið hevur avbjóðingar í at troyta fiskastovnarnar og at stýra kommunubúskapinum, sigur fíggjarmálaráðið.