Føroya Landsstýri hevur fingið 239 milliónir krónur í vinningsbýtið frá Føroya Tele. Tað vísa almennu ársroknskapirnir hjá almenna partafelagnum.
Í grein 52 fyrispurningi til landsstýrismannin í fíggjarmálaum spyr Henrik Old soleiðis:
– Hvussu stórt vinningsbýti hevur landskassin fingið úr Føroya Tele samanlagt síðan 2010?
Í viðmerkingum til spurningin sigur Henri Old, at samgongan hevur gjørt greitt, at tað liggur frammarliga í ætlanunum at einskilja almenn partafeløg.
– Í hesum sambandi hevur talan m.a. verið um almenna partafelagið Føroya Tele. Um støða skal takast til, um tað er skilagott at einskilja felagið, er neyðugt við upplýsingum um, hvussu stórt vinningsbýtið úr felagnum hevur verið seinastu árini. Tí verður hesin fyrispurningurin settur, skrivar Henrik Old.
Eins og hjá øllum øðrum partafeløgunum, so er roknskapurin hjá Føroya Tele, Telefonverkið P/F, almennur. Við at kaga í roknskapirnar síðani 2010 sæst, at landsstýrið hevur fingið 239 milliónir krónur tilsmanas.
So nógv hevur landsstýrið fingið í vinningsbýti frá Føroya Tele árini 2010 til 2019:
ár | 2019 | 2018 | 2017 | 2016 | 2015 | 2014 | 2013 | 2012 | 2011 | 2010 |
|
kr | 34.000 | 35.000 | 20.000 | 20.000 | 25.000 | 30.000 | 30.000 | 30.000 | 9.000 | 6.000 | 239.000 |