Landsins størsti brúktbilamarknaður

Skalt tú lýsa tín brúkta bil til sølu, so er at lýsa har, sum flest fólk síggja lýsingina

Sosialurin og Portalurin hava landsins størsta brúktbilamarknað. Lýsir tú brúkta bilin til sølu í Bilatorginum í Sosialinum sæst hann eisini á Bilamarknaðin á Portalinum

brúktbilasøla

Seinastu árini hevur Sosialurin havt Bilatorgið í blaðnum hvønn hósdag. Har hava bæði bilasølur og privatfólk lýst brúktar bilar til sølu.
Hendan tænastan er nú útbygd í samstarvi við Portalin hjá Føroya Tele.
Á »Marknaðinum« á www.portal.fo er Bilmarknaðurin, sum Sosialurin umsitur.
Lýsir tú bilin til sølu einaferð í Bilatorginum, so stendur hann á Bilamarknaðinum á Portalinum í eina viku. Kostnaður fyri hetta er 250 kr írkoknað meirvirðisgjald.
Við at samlýsa bæði í Sosialinum og á Portalinum fær lýsarin meira burturúr. Portalurin er Føroya nógv mest vitjaða heimasíða ? hann hevur umleið 10.000 vitjanir um dagin ? og um ein brotpartur av teimum klikkja seg inn á Bilamarknaðin, so sæst lýsingin har sera væl.
Á Portalinum liggja bilarnir í einum dátabása, har til ber at leita bæði upp á bilasølur, merki, lit, koyrdar kilometrar, árgang, prís o. s. fr.