Myndina av skiparanum, Geir F. Zoega, eigur Polar Seafood.

Landsins bestu makrelfiskimenn eru úr Tasiilaq

Tað sigur skiparin á grønlendska uppsjóvarskipinum, Polar Amaroq, sum kallast Geir F. Zoega og er íslendingur.

Myndina av skiparanum, Geir F. Zoega, eigur Polar Seafood.

Polar Amaroq hevur í 12 ár fiskað mest av grønlendsku makrelkvotuni. Í ár sær tað eisini gott út, men allir, sum fara at fiska makrel, eru ikki komnir í gongd enn.

 

Geir F. Zoega er skipari við grønlendska uppsjóvarskipinum, Polar Amaroq, og tað hevur hann verið síðan byrjanina av makrelfiskiskapinum í grønlendskum sjógvi.

 

- Eg haldi, at vit gera eitt gott avrik í Eysturgrønlandi, sigur hann við Sermitsiaq.

 

Hann leggur aftrat, at øll manningin, bæði fiskimenn og verksmðjuarbeiðarar, koma úr Tasiilaq, og teir eru bæði glaðir og errnir av fiskiskapinum.

 

- Teir fáa eina góða hýru, og nógvar sjómannafamiljur halda frí í Spania. Tað hevur nakað at siga fyri hesar menn, at teir hava ein støðugan arbeiðsgevara.

 

Polar Amaroq hevur fiskað makrel síðan byrjan, og tað vóru teir, sum funnu makrelir í Eysturgrønlandi aftur í 2010. 

 

- Teir mentu fiskiskapin, áðrenn aðrir komu við, sigur skiparin, Geir F. Zoega, sum er íslendingur. Hann býr í Tasiilaq og hevur verið grønlendskur ríkisborgari síðan 2015.

 

Skiparin vísir á, at Polar Pelagic, sum er frá 1992, er fyrsta reiðarí í Grønlandi, sum fæst við uppsjóvarfisk

 

- At tað var Polar Amaroq, sum fann makrelin aftur í 2010, er ankrað í søguni, sigur skiparin avgjørdur.

 

Men, væntar skiparin, at Polar Amaroq fer at fáa mest í ár?

 

- Higartil liggja vit best av grønlendsku skipunum, sum eru byrjað av fiska makrel. Men, vertíðin er ung. So, vit mugu síggja, hvussu tað fer at ganga. Men, eg vóni, tað fer at ganga væl - 13. árið á rað, sigur Geir F. Zoega.

 

Bæð Polar Amaroq og Polar Ammassak byrjaðu makrelfiskiskapin í ár hin 27. juni. Polar Ammassak hevur fiskað makrel í Grønlandi og her hevur higartil ikki eydnast nakað serligt.

 

- Vit fiska í altjóða sjógvi í Loynikrókinum. Vit kuta heysin av makrelnum. Veiðan veðrur fryst umborð og landað í Føroyum. Meginparturin av veiðini fer til Eysturevropa, sigur skiparin, Geir F. Zoega.

 

 

 

Myndina av skiparanum, Geir F. Zoega, eigur Polar Seafood.