Landsinnsavning hjá Reyða Krossi

Í dag er árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi. Sjálvboðin ganga hús í hús við bússum at savna inn pening til hjálpararbeiði í Føroyum og uttanlands

Landsinnsavnanin hjá Reyða Krossi gevur ofta um 800.000 krónur, men onkuntíð hevur hon verið hægri, og onkuntíð hevur hon verið lægri.

- Í miðal letur ein dani 4 krónur til innsavningina, meðan ein føroyingur letur 20 krónur. Tó kunnu vit í Føroyum lata munandi meira, segði Jóhannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya við Kringvarpið. 

Væntandi fara umleið 400 sjálvboðin at ganga við bússum í dag.

Hvar neyðhjálpin fer, er ikki greitt enn. Reyði Krossur ynskir at hava pengar standandi, so at teir kunnu vera tøkir at geva, tá ið vanlukkur raka úti í heimi, og tørvur er á bráðfeingis hjálp.