Landsgrannskoðanin søkir vaskifólk

LANDSGRANNSKOÐANIN

 

søkir vaskifólk

 

 

 

 

 

Arbeiðið fevnir um at vaska skrivstovuhølini hjá Landsgrannskoðanini. Arbeiðstíðin er 6 tímar um vikuna. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi, sum fær starvið, kann hava eitt gott og smidligt samstarv við verandi starvsfólk.

 

 

 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

 

 

Skrivlig umsókn skal sendast til:

 

Landsgrannskoðanina

 

Traðargøta 43

 

Postrúm 2053

 

165  Argir

 

 

 

ella sum teldupostur til: postur(at)lg.fo

 

 

 

Freistin at søkja starvið er 3. november 2025. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf. 355100.