Jóhan F. Magnussen
????????????????????????
Her kom fram ein boðskapur, sum greitt boðar frá, hvat Javnaðarflokkurin stendur fyri, og sum øll Føroya fólk kunnu taka undir við.
Tað, sum er komið fram um pensjónina og lønina hjá løgtings- og landsstýrismonnum, er ikki nakað, sum javnaðarfólk standa aftanfyri. At løgtings- og landsstýrismenn fáa eina sømiliga løn, er eingin ímóti, men vit skulu heldur ikki koma aftur í fimti árini, tá tað bara vóru tey fastløntu, og tey, sum høvdu fleiri størv, sum stillaðu upp. Jú, teir skulu hava eina sámiliga løn og sømiliga pensjón.
Tað skal heldur ikki verða so, at pensjonistar skulu hava so stóra pensjón, at teir fara upp um arbeiðarastættina. Arbeiðarastættin fær heldur ikki ov nógv; vit mugu ikki fara av kós her.
Javnaðarflokkurin skal halda seg til sína stevnuskrá og vera ein arbeið-araflokkur. Fullveldis paradísið hjá Høgna Hoydal, sum so nógv hevur verið frammi, er á eina heilt skeivari kós, tað hongur ikki saman fíggjarliga, tí teir vilja offra Føroya fólk fyri fullveldinum. Høgni Hoydal kemur við teimum røttu orðunum, at fólkið verður fryst inni av hesum fullveldisloysnini, sum hann hevur lagt fram.
Javnaðarflokkurin hevur ongantíð verið ein loysingarflokkur, sum Tjóðveldisflokkurin ger hann til, og tað vænti eg, at heldur ikki so verður, men at arbeiða fram ímóti einum fullveldi, er rætt, og minka blokkin til tað, sum samfelagið tolir, men tað skal ikki ganga útyvir vælferðina í landi okkara.
Vit hava tað gott í hesum landi og skulu verja tað, sum vit hava.
Tit, sum ivast nú, hvar Javnaðarflokkurin stendur, hava fingið at vita henda greiða boðskapin, at kemur Javnaðarflokkurin fram at, so skulu nýggjar forhandlingar fram um blokkin. Blokkurin skal ikki skerast meira niður, enn tað er forsvarligt fyri vælferðina í landi okkara. Javnaðarflokkurin sær vandan í, at blokkurin verður skorin fýrahundrað miljónir, samtíðis sum tað skal brúkast ein rúgva av peningi til sjúkrahúsverkið, strandferðsluna, politiið, kirkj-una, sum nú ikki skal vera ein fólkakirkja, so handa roknimaskinan hjá Karsten Hansen og Bjarna Djurholm, verður søgulig.
Eg vóni, at fólk vakna úr svøvni, nú tað standa val fyri stavn, og sær vandan.