Landsfundur Miðfloksins 2006

Kom til Klaksvíkar og uppliva norðoyggjar, nýggja undirsjóvartunnilin (enntá ókeypis) - og ársins landsfund 6. mai 2006.

Nú Norðoyartunnilin letur upp 29. apríl 2006, byrjar ein nýggjur kapitul í føroyskari søgu, og hetta vilja vit í Miðflokkinum eisini markera við at halda ársins landsfund í Klaksvík.

Tingmanning og floksstjórn Miðfloksins býður øllum Miðflokkaáhugaðum (limi ella ikki) vælkomnum á landsfund floksins, leygardagin 6. mai 2006, kl. 10.00 á Klaksvíkar sjómansheimi. Flokkurin bjóðar morgunmat fra kl. 09.00 og felagsmáltíð kl. 13.00. Miðað verður eftir, at fundurin er liðugur í seinasta lagi kl. 18.00

Fundarskrá:
" Fundurin verður settur av formanninum
" Val av fundarstjóra og -skrivara
" Frágreiðing frá farna ári (politisk og felagslig)
" Framløga og viðgerð av innkomnum málum
" Val av floksstjórnarlimum
" STEÐGUR 13.00-14.00
" Gestarøðarar
" Kjak - kaffi
" Framhald av kjaki
" floksyvirlýsing

Gestarøðarar verða: Ása Olsen, fakfelagsleiðari og Petur Jacobsen, stjóri á Rás2.

Ger leygardagin 6. mai til ein serligan dag. Kom til landsfund Miðfloksins og royn samstundis nýggja undirsjóvartunnilin og uppliva vøkru náttúruna í norðoyggjum, sigur Miðflokkurin í tíðindaskrivi.