60 ár eru liðin, síðani farið varð undir at savna grundleggjandi persónsupplýsingar um allar borgarar í Føroyum. Endamálið við Landsfólkayvirlitinum er at allir persónar fáa eitt persónstal og verða skrásettir, har teir búgva. Somuleiðis goymir Landsfólkayvirlitið grundleggjandi upplýsingar um hvønn einstakan, sum hevur eitt persónstal, og kunnu upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt latast øðrum almennum myndugleikum ella privatum, sum hava ein heimlagan áhuga í hesum.
Í 2006 vórðu m. a. Landsfólkayvirlitið, Matrikulstovan og Tinglýsingin løgd saman í Umhvørvisstovuna. Umhvørvisstovan sigur, at samanleggingin ger tað munandi lættari at savnað skipanir, skráir og dátur hjá fyrrnevndu stovnum við at nýta samkoyringar og felagslyklar v.m.
Henda tilgongd vil veita borgarum og viðskiftabólkum eina munadyggari tænastu. Í 2007 kom nýggj lóg um landsfólkayvirlit og í hesum sambandi er neyðugt at menna eina nýggja landsfólkayvirlitsskipan sum liva upp til ásetingarnar í nýggju lógini. Nýggja skipanin hevur verið í útboð og sæð verður fram ímóti at henda skipan verður sett í verk, skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.