Landsdysturin verður stroymaður

Tað ber til at síggja landsdystin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seinni í dag

Føroyar eru í hálvfinaluni í Emerging Nations Cup, ið verður hildið í Kosovo í hesum døgum.

 

Hálvfinalan verður leikt klokkan 16.30, og mótstøðuliðið er júst vertstjóðin Kosovo. Føroyar spældu eisini ímóti Kosovo í bólkaspælinum í kappingini, og tá vunnu Føroyar ein tryggan 36-30 sigur.

 

Dysturin byrjar sum áður nevnt klokkan 16.30. Tað ber til hjá hondbóltsáhugaðum føroyingum at síggja dystin, tí at hann verður stroymaður á einari sjónvarpsrás í Kosovo. Trýst her fyri at síggja landsdystin. Hav í huga, at dysturin ikki byrjar fyrr enn klokkan 16.30.