Leygardagin spælir føroyska U21-landsliðið dyst móti Albania. Dysturin verður spældur klokkan 13 á Svangaskarði, og her verður setningurin hjá føroyingunum at fáa í minsta lagi eitt stig, sigur Heðin Askham, landsliðsvenjari. Rás1 hjá Televarpinum sendir beinleiðis frá dystinum.