Landsdystur, flogbóltur: Smurdu Malta av

U-19 landsliðið í flogbólti, gentur, smurdi í gjárskvøldið Malta av 3-0. Settini endaðu 25-8, 25-7 og 25-7.

Malta kom annars best frá byrjan og kom á odda 3-0, men eftir hetta fingu tær ikki eitt bein til jørðina.

 

Føroyska liðið var klárt betri á øllum plássum, og vónirnar til næsta dystin eru eisini góðar, tá liðið skal spæla ímóti Gibraltar klokkan 18,00 í dag.

 

Liðið er við evropeiskari kapping í Íslandi, har føroysku genturnar eisini skulu møta Íslandi í morgin.

 

Stroyming verður á Youtube-kanalini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum her klokkan 18,00:

 

https://youtu.be/Z7DX7BelLHI

 

Dystarskráin fyri smálandakappingina í Íslandi fyri U19 gentur er annars henda restina av kappingini:

 

Tíðirnar eru føroyskar:

 

Leygardag 4. sep. kl. 15.00 Malta – Ísland

 

Leygardag 4. sep. kl. 18.00 Gibraltar – Føroyar

 

Sunnudag 5. sep. kl. 15.00 Malta – Gibraltar

 

Sunnudag 5. sep. kl. 18.00 Ísland – Føroyar

 

Føroyska liðið:

 

Fleyr: Vár Rajani Færø (10), Hanna Iansdóttir Biskupstø (1), Helena Skylv Hansen (3)

 

SÍ: Sofía Weihe Simonsen (2), Janna Falkvard (7), Inga Helena Henriksen (14), Eva Gunn Niclasen (08)

 

KÍF: Milja Silvansdóttir (9), Marta Fagrakeltt (15), Jakobina Joensen (11)

 

Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir (5)

 

Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen (6)

 

Venjari: Lars Engell

 

Føroyskur dómari í kappingini: Dávið Hentze