Undir 3. viðgerð av tingmálinum um avtøku av landsbankanum segði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, soleiðis: »Kredittvirðið hjá Føroyum hava vit staðfest í øllum teimum leiðreglum hjá Moodys, at tað broytist ikki. Og kredittvirðið hjá Føroyum ja, hvat tað er? Eg veit í hvussu so er, at danskar kommunur læna pengar munandi bíligari enn vit, og Føroya Tele hevur júst tikið eitt lán bankalán sum er væl bíligari enn tað vit læna til«.
Hetta vil Landsbanki Føroya ikki hava sitandi á sær og hevur spurt Føroya Tele, sum hevur upplýst upp á fyrispurning, at felagið fyri kortum hevur tikið upp eitt lán við 10 ára afturgjalding og skiftandi rentu. Rentan er umleið 2,5% um árið.
Lánið hevur veð í fastari ogn.
Landsbankin skrivar, at Føroya Landsstýri hevur í 2012 tikið eitt standandi brævlán við fastari rentu í trý ár. Rentan er 1,43% p.a, ella væl bíligari enn Føroya Tele lænti fyri.
Tað er sostatt ikki rætt, tá sagt verður, at Føroya Tele lænir bíligari enn Føroya Landsstýri, sigur Landsbanki Førya.