Landsbókasavnið fyrilestrar á mentanarnáttini

Mentanarnáttina, fríggjakvøldið 7. juni kl. 19.00, verður eitt tiltak á Landsbókasavninum, har ljóskastarin verður settur á ummæli av føroyskum føgrum bókmentum.

Tað siga Søvn Landsins.

Á skránni verða fyrilestrar, kjak, framsýning og tónleikur.

Kinna Poulsen, ummælari, Oddfríður Marni Rasmussen, ummælari og rithøvundur, og Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, fara at halda hvør sín fyrilestur.

Aftaná fyrilestrarnar verður høvi til at seta spurningar og kjakast.

Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður, verður orðstýrari.

Síðan verður møguleiki at hyggja at framsýningini, sum eisini snýr seg um ummæli av føroyskum bókum.

Uni Debess fer at spæla og syngja.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.