Á framløgufundi hjá grannskoðarafelagnum Nota herfyri, segði Andrass Kristiansen, fulltrúi í Fiskimálaráðnum, at landingarvirðið av makreli í ár helst liggur millum 500 og 600 miljónir krónur. Her hugsaði Andrass ivaleyst um sjálvt landingarvirðið av umleið 120.000 tonsum av makreli, sum føroysk skip sluppu av fiska í føroyskum sjógvi. Samlaða føroyska kvotan í ár var 150.000 tons, harav russar fingu makrel í býti fyri tosk. Hetta er soleiðis toskavirði, sum makrelurin hevur skapt.
Keldur í uppisjóvarvinnuni vísa á, at hesi tøl eisini eiga at roknast upp í virðið av makrelinum.
Í byrjanini av vertíðini undir Føroyum seint í summar, fekst ikki so góður landingarprísur fyri makrelin, men sum tíðin leið, og fiskurin gjørdist betri, øktist virðið, og skipini fingu meiri fyri hvørt kilo.
Varðin í Gøtu, sum eitt nú eigur Trónd í Gøtu og Finn Fríða, hevur sagt, at miðalprísurin, sum teirra skip fingu í makrelvertíðini í ár, var umleið 5,50 krónur fyri kilo.
Um øll makrelkvotan er farin fyri ein slíkan miðalprís, gevur hetta meiri enn 700 miljónir krónur.
Virðið er størri
Men virðið av makrelinum er væl størri enn sjálvt landingarvirðið.
Norðborg í Klaksvík, sum er einasta framleiðsluskip, sum føroyingar eiga, hevur selt 14.000 tons av makreli í ár fyri ein miðalprís á 10 krónur fyri kilo. Hetta gevur eitt útflutningsvirði á 140 miljónir krónur. Haraftrat kemur, at Faroe Pelagic í Kollafirði kanska hevur keypti eini 30.000-40.000 tons, og tá ið virkið í Kollafirði fekk mest fyri fiskin, var prísurin uppi á 14-15 krónum fyri kilo.
Hesi tøl skulu sjálvandi ikki leggjast saman við landingarvirðið av makreli, men skjótt er at síggja, at makrelurin í 2011 hevur skapt samfelagnum eitt velduga stórt virði.
Keldur í uppisjóvarvinnuni eru sannførdar um, at hevði øðrvísi verið fyriskipað, høvdu tey 150.000 tonsini av makreli, sum Føroyar kundu fiskað í ár, verið uppi á einari miljard krónum.