Landingarmiðstøðin í tvíningar

Øll tey fastløntu á Landingarmiðstøð Føroya eru uppsøgd. Talan er um 11 fólk. –Vit arbeiða við at skilja fyritøkuna sundur í tvey, soleiðis at virksemið á Toftum og í Klaksvík verður borið av lokalum kreftum, sigur Harry Benjaminsen, nevndarformaður.

Um orsøkini til hetta stig sigur Harry Benjaminsen, at hetta er eitt ynski hjá eigarunum, umframt at lokalar kreftir á Toftum og í Klaksvík hava víst áhuga fyri koma uppí. Hann vil tó enn ikki upplýsa, hvørjir hesir nýggju íleggjarar eru.

Tofta Arbeiðsmannafelag, Føroya Fiskimannafelag og Fiskavirkið í Gøtu stovnaðu í 2005 eitt felag, sum so aftur eigur Landingarmiðstøðina.

-Mín uppgáva sum nevndarformaður er nú at fremja uppgávuna í verki, soleiðis at lokalar kreftir kunnu taka yvir og føra virksemið á Toftum og í Klaksvík víðari, sigur Harry Benjaminsen.

Harry Benjaminsen er sjálvur formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag, sum við 42 prosentum av partapeninginum er størsti, einstaki partaeigari í Landingarmiðstøðini. Hann váttar, at Arbeiðsmannafelagið er við í nýggju ætlanini at føra virksemið á Toftum víðari.

11 fólk eru í føstum starvi hjá Landingarmiðstøðini, og hava tey tí uppsagnartíð millum tríggjar og seks mánaðir.

-Fyri lættari at kunna umskipa virksemið hava vit valt at siga øllum úr starvi, sigur Harry Benjaminsen.

Tá mest er at gera, eru millum 60 og 65 tímalønt fólk til arbeiðis hjá Landingarmiðstøðini á Toftum og í Klaksvík.

Hoyr Harry Benjaminsen í tíðindunum á Rás2 klokkan 12